Ljóðføri
Messing
Trompet / Kornett
Tað best kenda í messingfamiljuni er trompetin. Spælir ofta laglinjuna. Hon hevur ljósan og kláran tóna og kann spæla allan tónleik. Kornettin líkist nógv trompetini, er eitt sindur styttri, døkkari og hevur ein mildari tóna. Verður mest nýtt í hornorkestri.
Althorn
Athorn hoyrir til messingfamiljuna. Tað hevur bleytari ljóð enn trompetin, er lætt at fáa ljóð í og hóskar væl at byrja við. Althornið í orkestri spælir ofta saman við saxofonum.
Euphonium
Euphonium er nakað minni enn ein tuba, euphonium hevur eitt ljóst ljóð og verður brúkt bæði í horn- og harmoniorkestri. Tað spælir bæði solo og mótrøddir. Hevur eitt ógviliga vakurt ljóð.
Trombon
Trombon er í messing familjuni, tó uttan ventilar. Hon hevur myrkan og djúpan tóna. Fyri at flyta tónan verður nýtt ein "slide". Kann spæla jass og klassiskt og kann spæla við symfoniorkestri, harmoniorkestri og hornorkestri.
Tuba
Bassurin hjá blásarunum hevur djúpasta tónan í orkestrinum. Tuba er stórt ljóðføri, tó hevur Norðljómur nakrar skúlatubur, sum næmingar kunnu byrja við. Tuban kann nýtast til jass, symfoniorkestur, hamoniorkestur og hornorkestur.
Waldhorn
Waldhornið er familju við hini messing ljóðførini, ljóðið er eitt sindur myrkari enn trompetin og ljósari enn tubain. Valdhornið kann spæla nógvar kontrastir, frá teimum høgu skørpu fanfaru tónunum til djúpar, bleytar rundar tónar. Hornið riggar væl at samla ljóðið í orkestrinum.
Træ blásarar
Tvørfloyta
Tvørfloytan hon hevur ein ljósan tóna og kann spæla ógvuliga høgt. Hon ljóðar stak væl, tá fleiri spæla saman, og hevur sum oftast laglinjuna í samanspæli. Verður nýtt í symfoniorkestri og harmoniorkestri.
Klarinett
Klarinettin er ment frá blokkfloytuni. Fyri at fáa ljóð verður eitt træblað sett á. Klarinettin kann spæla djúpt og sera høgt, so høgt, at tað tekur fleiri ár at náa teir hægstu tónarnar. Verður nýtt í fólkatónleiki, kamartónleiki, symfoniorkestri, harmoniorkestri og jasstónleiki.
Saksofon
Saksofonin er úr málmi, men verður tó roknað sum træljóðføri. Hon líkist bassklarinettini nógv og nýtir eisini eitt bambusblað fyri at fáa ljóð.
Adolf Sax, sum uppfann saxofonina, royndi at blanda eina klarinett og trompet saman, úrslitið bleiv saksofonin. Saksofonin kann spæla jass, popp og klassiskt.
Adolf Sax, sum uppfann saxofonina, royndi at blanda eina klarinett og trompet saman, úrslitið bleiv saksofonin. Saksofonin kann spæla jass, popp og klassiskt.
Blokkfloyta
Nógvir næmingar uml. sjey ára aldur og uppeftir byrja at spæla á blokkfloytu. Hon er løtt at halda á og blása í. Samstundis fáa næminganir kunnleika til nótalestur og eru ein partur av tónlistarskúlanum. Seinni uml. 10 ára aldur ber til at skifta til størri ljóðføri.
Gittari
Kassagittari
Kassagittarin er eitt væl umtókt ljóðføri, sum kann nýtast til konsertir, sang, undirhald og undirspæl. Vanliga verður lært ljómar (besifringar), og eisini er møguligt at læra at spæla sjálv løgini.
El-gittari
El-gittari er líkur kassagittar og spælir á sama hátt. Hann krevur tó vanliga ein styrkara fyri at skapa ljóð. Serliga til rokk, popp og sum sologittari verður hann nýttur. Til ber eisini at nýta hann í Norðljómsorkstrinum.
Bassgittari
Vanliga slær mann ein tóna í senn. Bassurin hevur grunntónan í orkesturinum og er avgjørt neyðugur at hava við orkesturi.
Onnur ljóðføri
Klaver
Orðið klaver merkir ljóðføri. Klaverið hevur "tangentar", sum sláa á streingir. Eitt vanligt klaver hevur 88 tónar. Hóast støddina er klaverið eitt tað best dámda ljóðføri. Klaverspæl verður roknað sum grunnleggjandi í tónleikaundirvísing.
Orgul
Orglið verður kallað tónleika-drottningin. Møguligt er at fáa undirvísing í kirkjuorguli og lættari tónleiki.
Trummur
Trummurnar eru hjartarútman hjá øllum orkestrinum. Vanliga verður spælt á trummusettið, tó eru nógv onnur ljóðførið sum eisini hoyra til trummurnar s.s kongas, percussion og klokkuspæl.