Eiðis ljómfelag
Ljómfelagið á Eiði
Eiðis ljómfelag er eitt gamalt felag við ungum spælarum, tann yngsti 12 ár og upp til miðjan aldur. Ljómfelagið venur í stundum í Eiðisskúla og stundum barnaskúlanum við Streymin mikukvøld kl. 18-20.
Tónleikurin er bæði lættur og góður.
Felagið er skipað við messing, træblásarum og trummum. Orkestrið hevur konsertir, kirkjukonsertir, spælir til jólatrøini, flaggdagshald og árligu musikkstevuna.
Tað eru ikki einans eiðisfólk, sum spæla við, men fólk úr allari Streymoynni og Eysturoynni s.s úr Havn, Hoyvík, Hósvík, Hvalvík, Norðskála, Oyri, Oyrarbakka, Lamba av Toftum.
Hevur tú hug at royna teg, so kom við í okkara lið, tað er ikki bara stuttligt at spæla, tað eru kakusteðgirnir sanniliga eisini.