Um Okkum
Tað sigst, at Jógvan í Løðuni fann uppá navnið til skúlan, Norðljómur. Hann sat í kommuni hesum tíðarskeiði. Heitið rímar væl við Eiðis ljómfelag. Fyrsti leiðarin var Hans Erland í Brekkunum. Hans Erland var ígongdsetari, tá id Eiðis ljómfelag tók virksemið uppaftur í sekstiárinum. Tey keyptu nýggj ljóðføri, og hann eigur nógvar fínar søgur um Eiðis ljómfelag í gomlum døgum. Hans Erland hevur alstóran týding fyri Eiðis bygd mentunarliga s.s. tónleikarliga. Hann er kórleiðari, organistur, klaverspælari, orkesturleiðari og kann spæla á nógv messingljódføri. Síðani var Regin Ellingsgaard leiðari í nøkur ár. Somuleiðis var Hervør Ellingsgaard leiðari eitt tíðarskeið. Arnold Joensen og Vagn Foldbo vóru leiðarar eitt skifti, og frá 1. august 2000 tók Súsanna K. Hammer tók róðrið til 31. des. 2008. Hesi 8 árini hevur verið ein vakstrartíð hjá skúlanum. Frá uml. 35 næmingum til í dag, sum eru 81 næmingar. Tá vóru 4 lærarar í dag eru 7 lærarar. Í 2009/2010 hevði skúlin 90 næmigar og átta lærarar. 2007 skipadi Norðljómur sum tann fyrsti lokali tónlistarskúlin í landinum fyri musikkskúladøgum á Eiði. 200 næmingar úr øllum landinum vandu hetta vikuskiftið, sum endaði við fullsettari høll við einum braki av eini konsert. Skúlaárini 2007-09 hava verið halgað 20-árahaldinum. Ein stór konsert var í Ítróttarhøllini á Eiði, har vóru tvey blásiorkestur, barnakór, gittar samanspæl við Niels Midjord og Ragnari Olsen, og ikki minst vóru klaverspælararnir eisini umboðaðir. Eitt nýskrivað verk hjá Sunnleif Rasmussen, fyri orkestur og barnakór sum nevndist Sól, bleiv frumframført. Konsertin var óivað hæddarpunktið hesi árini Norðljómur hevur livað. Arbeitt verður miðvíst at gera Norðljóm sjónligan í økinum. Tí er henda roynd við heimasíðu ein liður í menningi. Tey ungu skula fara út í heim at kunna seg, og vit muga geva teimum gott grundarlag at fara við og koma aftur til, tí krevst ein vælvirkandi tónlistarskúli fyri ung og eldri. Tónleikur er alheimsmál. Hvar tú ert staddur í hesum heimi kanst tú finna tónleikarar og spæla við teimum. Norðljómur gevur førning fyri lívið. |
![]() |