VÆLKOMIN TIL NORÐLJÓM
Tónlistarskúlan hjá Eiðis og Sunda kommunu.

Norðljómur bjóðar undirvísing í klaver- og urguspæli, klarinett, saksofon, blokkfloytu, tvørfloytu, trompet, kornett, althorni, eufonium, baryton, trombone, tuba, gittar, bassgittar og trummuspæli.

Undirvíst verður á Forunum á Eiði,
Norðskála/Oyrar skúla og Felagsskúlanum á Oyrarbakka.

Hevur tú hug at spæla, so er tilmelding niðast á síðuni til høgru.

Árligi kostnaðurin fyri at spæla er kr. 1.000,-
Systkin gjalda hálvt gjald.
Blásiljóðføri ber til at leiga fyri kr.400,-. um árið.

Tá tú byrjar at spæla hjá Norðljómi, er umráðandi at halda tær skyldur, sum lærarin ásetur, s.s at venja heima og keypa nótabøkur. Tað er ógviliga umráðandi at halda skyldurnar, tí annars muga tey, sum eru á bíðilista, sleppa at spæla.


Nærri fæst at vita við at seta seg í samband við leiðaran Odd Hentze á tel. 297291, ella á telduposti: oddur.hentze@skulin.fo.

Kalendari
TILMELDING